Andrew av Fløtum verður ikki longur at síggja í HB troyggjuni. Hann boðar í dag frá, at hann gevst við at spæla fótbólt á hægsta stigi í Føroyum.
- Jú, tað er satt. Eg havi tikið eina avgerð, um at stilla gaggurnar uppá hillina, sigur Andrew av Fløtum við in.fo í dag.
36 ára gamli framherjin spældi fyri fyrstu ferð við besta liðnum í 1996, og hevur síðani spælt 402 dystir samanlagt, og skotið 172 mál. Av teimum eru 293 dystir, og 123 mál skotin í bestu deildini.
- Eg eri ikki skaddur, men kroppurin byrjar at siga frá, sigur Andrew av Fløtum við in.fo.
Tað hevur ljóðað í eina tíð, at HB og Andrew ikki kunnu koma ásamt um eitt samstarv fyri komandi kappingarár. Andrew hevur tó ikki hug at royna nakað annað felag.
- Tá eg eri givin í HB, so eri eg givin sum heild, sigur Andrew av Fløtum at enda við in.fo.
Andrew hevur vunnið seks FM heitið við HB. Hann hevur eisini spælt við Fremad Amager í Danmark.











