Fótbóltur
Toppskjúttin í Formula-deildini, Arnbjørn T. Hansen, mátti av vøllinum við skaða, tá EB/Streymur um vikuskiftið vann á B68.
Talan er um skaða í fótliðinum, og Arnbjørn hevur tí givið avboð til landsliðsferðina til Serbia.
Í hansara stað er Andrew av Fløtum úttikin. Andrew hevur í ár verið uttan fyri landsliðshitan, men síðani summarsteðgin hevur hann støðugt verið ein av sjónligastu spælarunum á HB-liðnum. Seinastu tveir dystirnar hevur hann skotið fýra mál, og tí er tað ein heitur áleypari, sum nú er komin í hitan.
Andrew av Fløtum, sum er 29 ára gamal, hevur spælt 29 landsdystir fyri Føroyar, og hevur hann skotið eitt mál í hesum dystum.