HB boðaði í gjár frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Andrew av Fløtum. Sáttmálin hjá føroyska landsliðsleikaranum er galdandi kappingarárið út. Hetta er gjørt greitt, eftir at nógvar gitingar hava verið um komandi felagið hjá Andrew. Sjálvur segði Andrew við Sosialin í vár, at rætta tilboðið avgjørdi framtíð hansara.