DANMARK 1./2. DEILD
Undan teimum báðum landsdystunum, sum standa fyri framman fyrst í juni, tykist Andrew av Fløtum rættuliga at hava fingið høvdið fyri seg í Fremad Amager. Tá ið teir í vikuskiftinum vóru í Vejle, var Andrew allar 90 minuttirnar á vøllinum, og hann gjørdi beinanvegin um seg. Longu í fjórða minutti spældi hann liðfelaga púra leysan, men hesin kiksaði. Sjey minuttir seinni syrgdi Andrew við skoti úr stuttari fjarstøðu fyri, at Fremad Amager legði seg framum, men teir megnaðu ikki at halda tørn. Vejle vann 2-1, og teir fingu sigursmálið sjey minuttir undan dystarenda.
Jón Rói Jacobsen og liðfelagarnir í Frem vunnu 3-1 á heimavølli móti Nykøbing Falster Alliansuni. Gestirnir í Valby vóru frammanfyri í steðginum, men so setti Frem meiri ferð á, og fyrstu trettan minuttirnar í 2. hálvleiki skoraðu teir trý mál.
Horsens er framvegis oddalið, og tað skal vilja heilt illa til, um teir ikki fara at flyta upp. Fimm umfør eru eftir at spæla, og Horsens er fimm stig frammanfyri Frem, sum er nummar trý og ovasta felagið undir uppflytingar strikuni.
Hesa ferð vóru fleiri av lyklaspælarunum hjá Horsens skaddir. Uppgávan var stór, tí Horsens vitjaði SønderjyskE í Haderslev. SønderjyskE er næstfremst, og 1-0 sigurin á Horsens bar við sær, at teir framvegis eru besta boðið upp á fylgisneyta hjá Horsens upp í bestu deildina.
Køge leggur saman við Frem trýst á SønderjyskE. Hesa ferð var um reppið, at Køge ikki fekk fult, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraðu teir sigursmálið í Næstved, sum tapti 2-1. Danskir fjølmiðlar vita at siga, at tað nú enn eina ferð verður gjørd roynd at leggja tey bæði stóru feløgini í Køge kommunu saman. Hitt felagið er Herfølge. Fleiri ferðir áður hevur samanlegging verið upp á tal, men tað hevur kiksað hvørja ferð.
Í triði bestu deildini gekk einki serligt hjá Holsterbro og John Petersen. Teir taptu á útivølli 1-0 móti Næsby. Lyngby megnaði 1-1 á heimavølli móti Slagelse. Christian Lamhauge Holst var ikki í Lyngby hópinum.