- Motivatiónin hjá okkum í dag er, at prógva at 5-0 var eitt ov stórt tap niðri í Eysturríki. 3-0 hevði verið eitt meira passandi úrslit, sigur HB framherjin, Andrew av Fløtum.
Fyri einari lítlari viku síðan fór HB liðið á vøllin í Red Bull Arena í Salzburg, men tað gekk ikki eftir ætlan. Í hálvleikinum var støðan 2-0 til Red Bull Salzburg, men longu í fyrsta minuttinum í seinna hálvleiki øktu vertirnir til 3-0. Tað var somuleiðis mønustingurin og luftin fór úr HB liðnum. Red Bull Salzburg økti tvær ferðir aftrat.
- Tað er ongin loyna, at okkum dámar best at spæla á hálvuni hjá mótstøðuliðnum. Tað ber ikki altíð til ímóti væl sterkari liðum. Tað er kanska ein veikleiki hjá okkum, at vit ikki duga nóg væl at umstilla okkum til verjuspæl, sigur Andrew av Fløtum.
Andrew av Fløtum hevur sambært Faroesoccer.fo, spælt 12 dystir í landskappingini í ár og skorað 4 mál.
- Fyri meg er tað týdningarmikið, at vit tora at bjóða av í dag og tora at spæla okkara spæl. Hóast mótstøðan er sterk, so mugu vit tora at spæla. Vit vilja eisini prógva, at vit eru betri enn 5-0 tapið í fyrra dystinum, sigur Andrew av Fløtum at enda.
Champions League undankappingardysturin millum HB og Red Bull Salzburg verður í Gundadali í dag klokkan 17.00