Sunnudagin kom 37 ára gamli Andrew av Fløtum á vøllin fyri fyrstu ferð í áleið hálvt annað ár. Hann gavst upprunaliga eftir kappingarárið í 2015, men hevur í ár vant við besta liðnum hjá HB.
Sunnudagin var hann aftur á vøllinum í síni vælkendu HB troyggju við 10-talinum á rygginum. Sjálvur hevur Andrew av Fløtum ikki gjørt krav upp á tryggjuna, sum hann er best kendur fyri at spæla í.
- Eg havi ikki sett nakað krav yvirhøvur og havi heldur ikki lova meg til so nógv, men tað er stuttligt at hon liggur har enn. Hon situr nakað stramt, men annars hevði eg verið líka glaður havt fyri nummar eg hevði spælt í. Av fyrstan tíð spældi eg í 14, og tá eg kom aftur úr Danmark hevði eg nummar sjey, so tað er ikki alt avgerandi, sigur Andrew av Fløtum í teiginum ”Fimm spurningar” í ÍtróttarSosialinum.
Andrew av Fløtum var nær við at skora í fyrsta dystinum aftur á besta liðnum, men Arnar Dam hjá EB/Streymi kláraði akkurát at rudda bóltin vekk, áårenn hann fór í málið.
- Handan møguleikan havi eg spælt ígjøgnum nakrar ferðir síðani. Eg siggi bóltin inni, men flott klára av EB/Streymaranum at klára at rudda vekk, sigur Andrew av Fløtum.
Síggj málmøguleikan hjá Andrew HER (Kvf.fo/3-2)
Hann leggur afturat í teignum, sum mangan hevur ein lættan tóna, at hann ikki hevur tað gott við at vera aftur, tí HB tapti dystin, men annars er hann fegin um at spæla fótbólt aftur. HB tapti dystin móti EB/Streymi 1-0.










