Andreas sleppur við Galatheu 3

Tað varð tann 14 ára gamli Andreas Eriksen, sum júst er byrjaður í 8. flokki í Vestmanna skúla, ið skal umboða Føroyar umborð á Vædderen á Galatheu 3-rannsóknarferðini. Átta ungfólk høvdu tryggjað sær lut í finaluni, men einans fýra møttu upp. Av tí at tað almenna Galathea-kvøldið, sum skuldi ver aí gjár, varð útsett til í kvøld, er vandi fyri, at onkur av hesum finalistum kann hava hildið, at finalan skuldi verða í kvøld

GRANSKING

 
Tað var ein samd dómsnevnd, sum klokkan 18.30 í gjárkvøldið í Norðurlandahúsinum kunngjørdi, at tað verður hin 14 ára gamli Andreas Eriksen úr Vestmanna, sum sleppur við umborð á Vædderen við Galatheu 3. Hann skal umborð á skipið í Perth í Avstraliu tann 20. november, og har skal hann verða í góðar tríggjar vikur.
Tilsamans vóru 8 ungfólk komin í finaluna í gjár, men einans 4 møttu upp. Um hetta var ein misskiljing, av tí at tað almenna Galathea-kvøldið var útsett til í kvøld, er ilt at siga. Sosialurin hevur tó frætt í dag, at onkur av finalistunum ringdi og spurdi um finaluna var í gjár, men fekk at vita, at hon var útsett til í kvøld. Tað var tí eitt sindur snópisligt hjá onkrum av hesum finalistunum at lesa á Portalinum í gjárkvøldið, at vinnarin var funnin.
Teir fýra finalistarnir hava kappaðust tað mesta av degnum í gjár. M.a. vóru tey á Náttúrugripasavninum og í Norðurlandahúsinum, har tey gjørdu onkra roynd við maðkum, teknaðu heimskort, har Vædderen skal sigla, luttikið í spurnarkapping og luttikið í eini videoupptøku.
Hinir tríggir luttakarnir vóru úr Vestmanna skúla, Fiskivinnuskúlanum og Studentaskúlanum í Hoydølum.
Annars vóru heilir fýra næmingar úr flokkinum hjá Andreasi komnir í finaluna, so áhugin var stórur í hansara flokki.
 
 
MYNDATEKSTUR
 
Andreas Eriksen skal umboða Føroyar umborð á Vædderen