Andreas og Víkingur eyðmýktu HB

Tað er av álvara aftur gerandisdagur hjá greipuvinnarunum í HB, sum í dag løgdu rygg til triðja tapið ímóti Víkingi í ár

Hetta var uppgerðin, ið tað varð roknað við skuldi vera tann heilt spennandi, og sum skuldi gera av, hvør skuldi vera favorittur at vinna silvurkrónurnar.

 

Spenningurin um, hvør skal vinna silvurkrónurnar, er ikki av. Men tað var bara spenningur um, hvør fór at vinna í Sarpugerði í dag í tríggjar minuttir.

 

Tá var Víkingur frammanfyri 2-0, og so var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Hálvleiksstøðan var 3-0, og Víkingur vann 3-1.

 

Sølvi Vatnhamar er framvegis skaddur. Tí var Martin Klein Joensen undir liðini á Andreas Lava Olsen í álopinum hjá Víkingi frá dystarbyrjan, og teir báðir vístu í fyrra hálvleiki, at hetta er fín kombinanatión.

 

Stóripinnur hevði bara verið hálvaaðru ferð runt, tá ið Martin Klein Joensen setti hol á, og tveir minuttir seinni var 2-0. Tað máið stútaði Andreas Lava Olsen eftir fínt innlegg frá Bárði J. Hansen úr høgru.

 

Tíggju minuttir undan steðginum varð Andreas Lava Olsen tvífafldur málskjútti, tá ið hann fekk nyttu burturúr, eftir at HB misti bóltin í uppspælinum, og hann varð spældur leysur.

 

-Nú hava vit vunnið tríggjar ferðir ímóti HB í ár, og tað eru vit sjálvandi væl nøgdir við. Martin Klein Joensen var óførur, og tað var hugaligt hjá honum at koma á talvuna, og innleggini vóru avbera góð. Teir skiftu tríggjar nýggjar inn beinanvegin eftir steðgin, og tað kundi verið spennandi, eftir at Adrian Justinussen við frísparki hevði minkað um munin. Men vit stýrdu dystinum og pressaðu, tá ið vit skuldu pressa, og vit lótu í løtum teir hava bóltin, sigur væl nøgdi Andreas Lava Olsen, sum nú hevur skorað 12 mál.

 

Víkingarnir vóru fullkomuliga tendraðir frá fyrsta bríksli, meðan tað sá út til, at HB ikki hevði reist seg síðani tapið og vónbrotið mikukvøldið, tá ið FM møguleikin hvarv ímóti KÍ í Gundadali.

 

HB venjarin skifti tríggjar spælarar undan seinna hálvleiki, og tá var uppskriftin, at álopsbogin beinanvegin skuldi spennast í botn, men tað eydnaðist ikki at fáa spenning í aftur, hóast Adrian Justinussen við fínum frísparki minkaði um munin til 3-1.