Andreas og Eyðun skulu døma í Danmark

Tann 12. november stendur enn ein altjóða avbjóðing á skránni hjá altjóða føroyska hondbóltsdómaraparinum – Eyðuni Samuelsen og Andreasi F. Hansen. Talan verður hesa ferð um uppgávu í Skjern, har mansliðið tekur móti belgiskum liði í Europa-Cup kappingini. Og tað fær illa verið annað enn ein álitisváttan til føroyska parið, at teir longu nú fáa dyst av hesum slagnum. Higar til hevur talan fyri tað mesta verið um bleytar altjóða dystir hjá teimum. Og hóast hetta ikki er ein toppdystur í europiskum høpi, so er talan tó um ein uppgradering í so máta.