Hann kemur til Føroyar 23. september og fer avstad aftur 25. september.
Hann fer at vitja landsstýrið og Tórshavnar kommunu og halda nakrar fyrilestrar um ferð sína og fer yvirhøvur at vekja áhugan í Føroyum fyri rúmdini og teimum møguleikum, sum har eru bæði fyri einstaklingar og eisini hjá føroyskum vinnulivi og okkara gransking.
##med2##
Andreas Mogensen hevur sjálvandi slipsið hjá William Heinesen við sær og fer hann at handa tað til familjuna hjá skaldinum.
Úr Føroyum fer Andreas Mogensen víðari til Grønlands á kunningarferð síni.
Nærri skrá fyri vitjanina í Føroyum verður lýst seinni.












