Umframt vitjanir á Glasi og Løkshøll hevur hann almenna framløgu mánadagin 23 september kl 14.00 uppi hjá Føroya Tele, har áhugað kunnu melda seg til.
Andreas Mogensen vitjar eisini borgarstjórarnar í Havn og Runavík.
Andreas Mogensen er gestur hjá Góðan Morgun Føroyar nú mánamorgunin.
Andreas Mogensen er vinmaður bryggjaran, Mikkel Borg Bjergsø, Mikkeller, og tysdag seinnapart luttekur Andreas á einum ”beer walk” í Havn.
Sama týsdag seinnapart verður eisini móttøka í húsunum hjá Williami Heinesen, har Elisa Heinesen tekur ímóti slipsinum hjá abbanum.
Undir framløguni á Glasi fer Andreas Mogensen at handa Herleifi Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, Merkið, sum hann hevði við í rúmdini.
Vitjanin hjá Andreas Mogensen endar mikumorgunin við eini vitjan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Fyriskiparnir av ferðini vóna, at hon fer at seta ferð á eina føroyska rúmdarvinnu og teir stóru møguleikar, sum eru har fyri føroyskt vinnulív og gransking okkara.