Eftir óvæntaða 1-0 tapið og harvið stóra vónbrotið í Klaksvík mánakvøldið, høvdu leirvíkingar trý stig við sær til hús aftur, tá ið teir seinnapartin vitjaðu í Runavík.
Teir næstbestu hjá NSÍ løgdu seg framum stutt undan steðginum. Unglingaspælarin Øssur Dalbúð, sum saman við øðrum hevur vitjað í Randers í hesi vikuni, tamdi hegnisliga í brotsteiginum, áðrenn hann setti bóltin í málið.
Eftir at NSÍ hevði lagt seg á odda, versnaðu fyritreytirnar hjá LÍF, tá ið teir mistu verjuspælaran Hjartvard Hansen, sum sá reytt, eftir at hann hevði nýtt neyðbremsuna.
Men kortini eydnaðist tað LÍF at svara aftur og vinna. Andreas Lava Olsen skoraði reint hattrikk, og harvið vann LÍF 3-1. Ein tími var farin, tá ið Andreas eftir fríspæling frá Bárði á Lakjuni javnaði, fýra minuttir seinni legði hann LÍF framum, og í síðsta minutti staðfesti Andreas við høvdinum LÍF sigurin.