Andreas gavst mitt í dystinum

– Tá eg skuldi flyta meg eitt lítið sindur, beklaði eg, og so var einki annað at gera, enn at gevast, sigur Andreas F. Hansen, sum tíðliga í seinna hálvleiki í dystinum millum H71 og KÍF mátti gevast, so Eyðun Samuelsen dømdi restina av dystinum einsamallur

HONDBÓLTUR

 

Seinni hálvleikur var júst farin í gongd og H71 hevði skorað fyrsta málið eftir steðgin, tá annar av dómarunum í dystinum, Andreas F. Hansen, brádliga fór um koll. Hann tók seg um fótin og hevði sjónliga ilt, og skjótt máttu hjálparfólk koma inn á vøllin at hyggja at honum.

– Eg skuldi bara flyta meg eitt lítið sindur, tá eg beklaði. Tað hendi ikki knappliga ella nakað, men har var einki at gera hjá mær og eg fekk ikki hildið fram, greiðir Andreas F. Hansen frá, tá vit fáa orðið á hann seint sunnukvøldið.

– Síðani eg kom heim, havi eg ligið við beininum hægst og havt ís á fótinum alla tíðina, so eg veit helst ikki fyrr enn í morgin (í dag, blðm.), hvussu støðan er. Eg havi beklað so ofta fyrr, at eg veit, at um væl veit við, er fóturin í lagi aftur skjótt, men tað kann sjálvandi eisini taka eitt sindur av tíð.

Hendingin kemur stak illa við hjá Andreasi, tí hann og hin dómarin, Eyðun Samuelsen, sum eru okkara altjóða dómarar, skulu sunnudagin 22. mars døma landsdyst millum Ísland, sum vann silvur á olympisku leikunum í summar, og Estland.

 

Dømdi einsamallur

Hetta er størsta altjóða avbjóðing teirra nakrantíð, so tí er eingin ivi um, at Andreas vil gera alt fyri at koma fyri seg aftur, áðrenn teir báðir skulu fara yvir til Íslands.

– Eg skal verða klárur, sigur hann avgjørdur, hóast hann helst eisini er greiður yvir, at tað krevur, at hann er komin væl fyri seg og veruliga er førur fyri at renna aftur, sum tað krevst av honum.

Hendingin í Hoyvíkshøllini hevði við sær, at har var ein steðgur í einar tríggjar ella fýra minuttir, áðrenn dysturin kundi takast uppaftur, og tá var bara ein dómari eftir á vøllinum. Reglurnar siga, at verður annar dómarin skaddur, skal hin dómarin halda fram einsamallur.

Ta uppgávuna megnaði Eyðun Samuelsen so væl, sum umstøðurnar loyvdu tí. Og kanska var tað, tí hann hevði 35 ára føðingardag í gjár, at hann eftir dystin skemtaði við, at hann átti at fáa sín part, umframt helvtina av dystarsamsýningini hjá Andreasi F. Hansen…