Ein av fremstu týsku fótbóltsleikarunum í farnu øld, Andreas Brehme er deyður bert 63 ára gamal.
Stóra hæddarpunktið var HM-finalan í Róm í Italia í 1990. Tá gjørdist Andreas Brehme sigursmálskjútti hjá Vesturtýsklandi móti Argentina við brotssparki, ið hann setti trygt í netið í 85. minutti.
Andreas Brehme var á nippinum at vinna EM-gull í 1992, men danska landsliðið vann í EM-finaluni ein óvæntaðan og minniligan 2-0 finalusigur á tí tá júst sameinda Týsklandi í Göteborg í Svøríki.
Andreas Brehme, ið spældi bæði sum vinstri bakkur og miðvallari spældi 86 landsdystir og skoraði átta mál fyri Vesturtýskland og Týskland.
Andreas Brehme vann bundesliguna og týsku steypakappingina við Kaiserslautern, og bundesliguni við Bayern München. Hann vann eisini Seriu A og UEFA Cup við Inter Milan.
##med2##
HER sæst tann fremsta løtan hjá Andreasi Brehme:
##med3##