Andrea stjórnar nú Tórshavnar Musisskúla

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í Reinsaríinum í Tórsgøtu, nú Andrea Heindriksdóttir tekur við sum leiðari eftir Bo Isholm, sum síðstu mongu árini hevur verið leiðari í Tórshavnar Musikkskúla.

Seinnapartin í gjár var hátíðarhald í Reinsaríinum í Tórsgøtu, nú Andrea Heindriksdóttir tekur við sum leiðari eftir Bo Isholm, sum síðstu mongu árini hevur verið leiðari í Tórshavnar Musikkskúla.

 

Andrea Heindriksdóttir er kend bæði í musikkskúlanum og í mentanarlívinum sum heild, og hennara navn munnu mong kennast við frá Aldubáruni, GHM og Føroya Symfoniorkestri og øðrum við.

 

Undir hátíðarhaldinum flutti Heðin Mortensen, borgarstjóri fram røðu, har hann legði fyri við at takka fráfarandi musikkskúlaleiðaranum, Bo Isholm:

 

– Í hansara tíð hevur musikkskúlin ment seg til ein sera virknan og fjølbroyttan skúla og mentanarstovn, og hansara lutur liggur ikki eftir. Takk fyri tað, segði borgarstjórin.

 

Andrea Heindriksdóttir, sum nú tekur við sum leiðari, er útbúgvin frá lærdum tónlistaháskúla í 1992 við floytu sum høvuðsljóðføri, og sama ár fekk hon starv í Tórshavnar Musikkskúla. Í fjør hevur hon eisini nomið sær diplomútbúgving í leiðslu.

 

– Andrea er ikki bara lærari og leiðari, men eisini tónlistafólk á hægsta stigi, so hon er tí væl kvalifiserað til hetta fyri okkum so týðandi starv, sum leiðari á landsins størsta musikkskúla, segði Heðin Mortensen, sum vísti á, at Andrea er ígongdseti, samskipar og útinnir, og brennur fyri uppgávuni.

 

– Vit vilja tryggja okkum, at vit fáa tann musikkskúlan, vit øll kunnu fegnast um, og sum kann vera tann veruligi útbúgvingarligi og mentanarligi depilin, sum vit øll ynskja. Og vit ivast ikki í, Andrea, at við tær sum leiðara verður framtíðin hjá Tórshavnar Musikkskúla bjørt og virkin.