Íslendski landsliðsleikarin, Andrea Jacobsen, ið er av føroyskari ætt, og liðfelagar hennara á týska liðnum, Blomberg-Lippe hava vunnið seg í Final Four í EHF European League.
Final Four fer fram í eysturríkska býnum, Graz. Dystirnir vera leiktir í Raiffeisen Sportpark.
Í hálvfinaluni, ið verður leikt leygardagin 3. mai klokkan 17 skulu Andrea og liðfelagarnir royna seg móti danska liðnum, Ikast-Herning.
Finalan verður leikt dagin eftir klokkan 17.
Andrea er abbadóttir havnarmannin, Óla Jacobsen, og hon eitur eftir langabbanum, Andrias í Køkubúðini, ið var ein kend býarmynd í hinari øldini.