Andrea Árting, langomman, var framsíggin

Hetta lesarabrævið skrivaði hon dagin fyri fólkaatkvøðuna 13. September í 1946.

Partar av hesum kundi eins væl verið skrivað í dag, dagin fyri lagnuvalið. Á valinum í morgin verða vit noydd at taka eina avgerð, sum antin tryggjar at vit, fólkið í Føroyum framhaldandi skulu hava fult ræði á okkara náttúru- og sjótilfeingi. Ella um vit ynskja at venda aftur og avreiða ogn Føroya fólks á fáar, partvíst útlendskar hendur.

Andrea kemur eisini inn á lívsviðurskifti í lesarabrævinum sum eisini kunnu setast mát við dagsins samfelag. Tí enn er torført hjá summum at fáa tað liviligt í Føroyum. Fiskur ferð enn, sum tá í alt ov stóran mun óvirkaður av landinum. Og sosialistar eru enn ikki sum sosialistar aðrastaðni, har tað er ein sjálvfylgja at eins og hvør persónur ynskir at vera sjálvbjargin, ynskir hvørt samfelag hvør tjóð eisini at verða fræls.

Andrea Árting, langomman var fyri mong ein stríðskvinna. Hon bardist fyri korunum hjá tí arbeiðandi kvinnuni. Men eisini harmaðist hon inn á at hon ikki megnaði í nóg stóran mun at fáa fólkið at skilja týdningin av at vit eiga at gerast ein sjálvbjargin tjóð.

 

 

##med2##

Eg fari eisini at heita á tykkum øll somul sum hava eitt frælsishjarta, at stemma fyri tjóðveldi. Vit stremba eftir, eins og okkara undangongukvinna, Andrea Árting at fáa tað møguligt hjá øllum okkum øllum at liva og hava somu møguleikar at virka í einum frælsum Føroyum.

 

Uni Á(r)ting,

Valevni hjá Tjóðveldi