Andrea Pirlo til Premier League

Skal verða klárur at tørna til í Premier League í januar

Høvuðsvenjarin hjá Manchester City, Manuel Pellegrini er í ringum skørum aftaná 1-4 tapið ímóti Liverpool farna vikuskiftið, og kilenski venjarin ætlar at gera nakað við trupuleikarnar hjá Manchester City.

 

Fabio Caressa, journalistur hjá italsku rásini hjá SkySports, sum ber orð fyri at vita væl hevur sagt hetta fyri italsku fótbóltsnetsíðuni "Calcio Mercato".  Fabio Caressa fortelur, at tað er púra víst, at 36 ára gamli veteranurin, Andrea Pirlo tørnar til fyri Manchester City fyrst í januar mánað komandi ár.

 

Andrea Pirlo hevur seinastu tíðina spælt við dóttirfelagnum hjá Manchester City eigarunum, sum eitur New York City, og sum spælir í amerikonsku MLS-deildini. At somu eigarar eiga bæði feløgini fer at gera eitt skiftið nógv lættari hjá Andrea Pirlo.