Hon byrjaði sum 17 ára gomul sum næmingur í Sjóvinnubankanum.
Andrea er 42 ára gomul, ættað og búsitandi í Sandavági.
Foreldrini eru Asta og Leivur Joensen í Sandavági. Hon er gift við Jonhard Joensen, ið er sonur og Jancy og Svabo Joensen úr Sandavági. Jonhard arbeiðir hjá Sandavágs Timburhandli, og tey eiga børnini Janu og Leivur.
Andreu dámar væl at ganga túrar í náttúruni, tað verði seg norðuri á
Oyrargjógv ella í Oknadali. Eisini dámar henni væl at arbeiða í urtagarðinum og annað handaligt arbeiði. Hon hevur ikki sama áhuga fyri ítrótti sum maðurin.
Andrea hevur øll árini arbeiddi í Sandavági, fyrst í Sjóvinnubankanum síðan í Føroya Banka, eftir at bankarnir vórðu lagdir saman.