Andrea í nevndina í lærarafelagnum

Tórfinn Højgaard, sum hevur verið í nevndini í Føroya Lærarafelag í fleiri ár, fall fyri Andreu á Rípuni, sum er núvald í nevndini

Í dag hevur aðalfundur verið í Føroya Lærarafelag

 

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag í dag stóðu Jónleif Johannesen og Torfinn Højgaard fyri vali. Teir báðir hava verið í nevndini í fleiri skeið.

 

Andrea á Rípuni stillaði eisini upp. Tá ið avtornaði, vórðu Jónleif og Andrea vald við ávikavist 93 og 78 atkvøðum. Torfinn fekk 67 atkvøður.

 

Fyrsti varalimur gjørdist Torfinn Højgaard og Sonja úr Fuglø Joensen annar varalimur, uppstillað og vald á aðalfundinum.

 

Gott og væl 120 fólk vóru á fundi.

 

Skúlablaðið skrivar, at móti endanum á fundinum varð lívligt orðaskifti. Mesta orðaskiftið snúði seg um broytingarnar, ið gjørdar eru í próvtøkuhættunum og um talgildingina av landsroyndunum.

 

– Tað er alt ov illa og ov seint kunnað um broytingarnar, og lærarar kenna seg ótryggar við talgildu landsroyndirnar millum annað tí tøkniligi parturin ikki er nóg tryggur, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.