Andrea Heindriksdóttir í Tórshavnar Býráð

Á býráðsfundinum í kvøld tekur Andrea Heindriksdóttir sæti fyri Marin Katrinu Frýdal, sum verður í farloyvi komandi tvær vikurnar.

Andrea Heindriksdóttir er útbúgvin tónleikari og starvast sum tónleikalærari í Tórshavnar Musikkskúla.

Umframt hettar er hon virkin á føroyska tónleikapallinum og er limur í Føroya Symfoniorkestri og í kamartónleikabólkinum Aldubáruni.

Andrea stillaði upp á listanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu í heyst, og fekk hon 292 atkvøður.

Tjóðveldi hevur trý umboð í Tórshavnar Býráð, og Andrea Heindriksdóttir er sostatt fyrsti varalimur hjá Tjóðveldi í Býráðnum.