Andrea dansar lívsins avbjóðingar

við íblástri úr yrkingini "Eitt dýpi av dýrari tíð"

Í smá seks ár hevur 25 ára gamla Andrea Joensen úr Havn búð í Keypmannahavn, har hon hevur verið virkin í danska dansi-umhvørvinum. Hon var bert 19 ára gomul, tá hon eftir at hava lokið miðnámsskúlaprógv, flutti til Danmarkar, tí hon vildi sleppa at dansa.

 

 

Hon byrjaði á dansibreytini á navnframa ítróttarhá- og eftirskúlanum Oure Højskole, og hetta var fyrstu ferð, Andera royndi seg innan dansin, hóast hon hevði íðka fimleik í fleiri ár frammanundan.

 

 

Í farnu viku framførdi Andrea saman við donsku Helenu Høier til tiltakið “Take The Stage” í Dansekapellet í Keypmannahavn. Helenu Høier er danskur dansari, sum Andrea hevur møtt í dansi-umhvørvinum í Keypmannahavn. Koreografiin hjá teimum kallast “Muddle Through” og snýr seg um lívsins avbjóðingar, og hvussu vit stríða okkum ígjøgnum hesar avbjóðingarnar. Hetta hugskotið fingu tær úr  yrkingini “Eitt dýpi av dýrari tíð“ hjá Jens Paula Heinesen. Hesa framførsluna fingu tær nógv rós og flott ummæli fyri.

 

 

— Eg og Helena søktu um at sleppa við til tiltakið, og vit fingu játtandi svar. Eg havi framført á Dansekapellet fyrr, og eg hevði stórar vónir um, at vit fóru at sleppa við, sigur hon. 

 

 

Tær báðar tosaðu saman um yrkingina og lósu hana óteljandi ferðir, áðrenn tær bygdu sjey minuttir langa dansin útfrá yrkingini.

 

 

—Tá vit høvdu lisið yrkingina fleiri ferðir, tosaðu vit saman um, hvat vit fingu burturúr henni, og hvussu vit koma ígjøgnum avbjóðingarnar í lívinum. Modernaður dansur er abstraktur, og okkara hugsan var at brúka hvørja aðra til at vísa, hvussu vit koma ígjøgnum avbjóðingarnar, sigur hon.

 

 

Slíkar avbjóðingar kunnu verða alt frá at kenna seg strongda, fáa hug at geva skarvin yvir ella saknur og missur.

 

 

— Vit kenna øll kensluna av at vera tung í huga. Dansurin snýr seg um ta kensluna, tær hendingarnar, sum hava bygt kensluna upp, og hvussu man kemur forbí tað og livur víðari, staðfestir hon.  

 

 

Eftir góðu ummælini fer duoin nú at arbeiða ímóti, at fáa eina stóra listarliga dansi sýning upp á beinini. Hetta krevur tó nógva fyrireiking og fíggjarligan stuðul, men Andrea sigur, at hon vónar at hesin dreymurin verður veruleiki næsta ár.