Leverkusen og Chelsea eru samd um ein keypsprís á 18 milliónir pund fyri áleyparan, Andre Schürrle.
Tað skrivar BBC Sports í kvøld.
Hetta merkir, at Schürrle verður fyrsta keypið hjá Jose Mourinho sum nýggjur venjari hjá Chelsea.
Eftir er kortini hjá Schürrle at koma ásamt um persónlig krøv og ta sjálvsøgdu heilsukanningina.
Mourinho var váttaður sum nýggjur venjari hjá Chelsea 3. juni, men áhugin hjá Chelsea í Andre Schürrle er nógv eldri enn so. Longu í fjør royndi Londonliðið at keypa Schürrle, men tá fór keypið í vaskið.
Fyrrverandi Mainz 05 spælarin skoraði 11 mál í 34 dystum í fjør fyri Leverkusen og hjálpti teimum harvið til eitt triðja páss í Bundesliguni. Hann hevur eisini skorað sjey mál í 24 dystum fyri Týskaland.
22 ára gamli spælarin kann spæla á vonginum ella mitt fyri í álopinum.