André: Máttu satsa og tað kostaði

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Tað var kjaftfiskur hjá B68 at fáa, tá B36 skoraði beint undan steðginum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við miðvallaran hjá B68, André Olsen, aftaná 1-4 tapið ímóti B36 á heimavølli á Svangaskarði á Toftum í dag.

 

André Olsen heldur, at teir reistu seg væl aftaná ta fyrstu løtuna, tá B36 var spælstýrandi, og var á odda 1-0, og tað eydnaðist eisini B68 at javna. Men beint áðrenn steðgin fekk B68 ein kjaftfisk, tá B36 kom uppá eina 2-1 leiðslu.

 

André Olsen staðfestir, at teir máttu satsa í seinna hálvleiki, og áleypari var settur inn fyri miðvallara, og hetta satsið, sum teir máttu gera kom at kosta.