Ein av nýggju spælarunum í ÍF næsta kappingarár verður André Olsen, sum í ár hevur spælt í B68. André situr í løtuni á ársveitslu hjá B68, og hann váttar, at hann næsta ár fer at spæla við ÍF.
-Tað er rætt, at eg havi skrivað undir sáttmála við ÍF, sigur André Olsen, sum síðani summarsteðgin hevur verið á B68 miðvøllinum. Orsaka av skaða í krossbandinum helt hann fram til summarsteðgin frí frá fótbólti í eitt heilt ár.
André Olsen sigur seg ikki vera á veg til Fuglafirðar, tí pápi hansara, Jógvan Martin Olsen, skal vera venjari í ÍF næsta kappingarár.
-Tað veit eg einki um, og tí kann eg ikki siga nakað um tann spurningin.
Tað hevur ljóðað, at Adeshina Lawal og Andy Olsen eisini eru á veg til ÍF, men tey tíðindini eru ikki váttað enn.