Andrass var í hopla

B68 megnaði ikki at halda tørn um góðu gongdina, tá ið B36 hevði yvirvág í Gundadali

Tað er ikki komið fyri seg ofta í ár, men í dag er tað veruleiki. Fyri triðju ferð í ár hevur B36 vunnið tveir dystir á rað. Fyri einari viku síðani vann B36 2-1 í Trongisvági, og í dag vann B36 2-1 á heimavølli ímóti B68.

 

Hetta var fyrsta tapið hjá B68 síðani summarsteðgin. B68 hevði undan dagsins dysti í Gundadali vunnið fulla úrtøku í fýra dystum.

 

B68 minkaði ikki um munin fyrr enn í síðstu sekundunum. Eftir horna í høgru og kombinatión var tað Andri Benjaminsen, sum lyfti bóltin til nærra stólpa, har innskifti Karstin Clementsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

-Vit eru nøgdur, tí vit spældu væl og høvdu uppiborið at vinna. Teir minkaðu ikki um munin, fyrr enn tað var so lítið av tíð eftir, at teir ikki høvdu møguleika at javna. Eg eri fegin um, at tað eydnaðist mær at skora fyrra málið. Uppspælið frá Andras Johansen var seta gott. Síðani eg flutti til B36, hava vit vant, so teir kunnu finna meg, og eg kann finna teir, sigur Uros Stojanov.

 

Seinna málið var sera snilt spælt. Aftur átti Andrass Johansen stóran leiklut, tá ið hann rak og spældi fram í høgru til Hannes Agnarsson, sum úr høgru spældi til handara stólpa, har Bjarki C. Nielsen, sum júst var komin á vøllin, setti bóltin í málið.

 

-Andrass er týdningarmikil spælari hjá okkum, og einki er at ivast í, at hann í dag var dagsins maður, sigur Uros Stojanov í samrøðu við Trónd Arge á FM1.

 

B68 liðið var umskipað. Jensen tvíburarnir vóru í dag vongverjar. Aleksandur, sum plagar at vera miðverji, var í dag vongverji í høgru, og Bárður, sum plagar at vera miðvallari, var í dag vongverji í vinstru.

 

-Ungu verjuspælararnir Aleksandur Ó. Jensen og Áki Johannesen standa seg væl. Teir eru evni at spæla á U-21 landsliðnum, og Áki Johannesen er eisini evni til A-landsliðið, haldi eg, sigur B68 venjarin Øssur Hansen

 

-Eg eri væl nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, tá ið vit megnaðu at standa ímóti B36 trýstinum, meðan tað í seinna hálvleiki ikki var so sannførandi. Vit royndu at spæla úr okkara egna brotsteigi og fram, og tað riggaði væl. Spælararnir hava fingið boð um at tora at spæla, og tað høvdu teir sjálvsálit at gera. Trupulleikin var, at vit ikki vóru nóg hvassir frammarlaga á vøllinum, sigur Øssur Hansen venjari hjá B68.

 

 

 

B36 – B68 2-1 (1-0)

 

1-0: Uros Stojanov 26.

 

2-0: Bjarki C. Nielsen 65.

 

2-1: Karstin Clementsen 93.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen, Andrias H. Eriksen (Bjarni Petersen, 76.), Alex Mellemgaard – Mathias Thrane, Magnus Holm Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 83.) – Sebastian Pingel (Bjarki C. Nielsen, 65.), Andrass Johansen, Hannes Agnarsson – Uros Stojanov

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Dan Brimsvík

 

B68: Rói Mørk Hentze – Aleksandur Ó. Jensen, Áki Johannesen, Chris Jastrzembski, Bárður Ó. Jensen – Tonni J. Thomsen (Ari Johannesen, 83.), Jann Ingi Petersen (Haraldur R. Højgaard, 73.)  – Esmar P. Clementsen, Lukasz Cieslewicz, Andri Benjaminsen – Fríði í Túni Petersen (Karstin Clementsen, 54.)

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Øssur Hansen