Andrass: - Okkurt má henda hjá AB nú!

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr fjepparaprát við Andrass Drangastein og Rógva Dam her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt ærligt og opinskárað fjepparaprát við Andrass Drangastein (AB) og Rógva Dam (EB/Streym) her.

 

Andrass Drangastein var greiður, og ikki lítið kontantur. Hann heldur, at AB hevur nógv gott fólk, men tað sæst ikki aftur á vøllinum, og á stigatalvuni. Hann er óttafullur um støðuna, og heldur, at okkurt má henda hjá AB nú, sum vendir ringu gongdini.

 

Rógvi Dam hevur eina tendraða vón, aftaná sigurin á Argjum í dag, men hann heldur kortini, at EB/Streymur má styrkja seg til seinnu helvt av kappingini.