B36 vann í gjár 1-0 á Tre Fiori úr San Marino í 2. umfari í Europa Conference League. Gestirnir formáddu sær lítið, men megnaðu at standa í móti líka til sjey minuttir vóru eftir. Tá skoraði Andrass Johansen, sum hesa løtuna hevði liðskiparabandið um armin.
Fyri nøkrum vikum síðani mátti hann hjálpast av vøllinum á Tórsvølli, tá B36 tapti fyri Víkingi. Tað sá heldur álvarsligt út, tí hann tók sær til knæðið eftir ein samanstoyt. Fyrr í ár fingu Tróndur Jensen og Brandur hendriksson álvarsamar knæskaðar, og tað tekur drúgva tíð at koma seg. Tíbetur fyri Andrass Johansen er einki skrædna í knænum.
- Eg fekk góð boð meðan vit vóru í Bosnia Hersegovina. Einki er skrædna, so nú kann eg spæla, sigur Andrass Johansen, ið er ein týðandi partur av liðnum hjá B36.
Árstalsfelagið skal nú halda ólavsøku í San Marino, har seinna uppgerðin verður spæld 28. juli klokkan 19.45.
##ms##