Andrass Arge er brúkaraumboð

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag avgjørt at seta Andrass Arge av Argjum í starv sum stjóra á Brúkaraumboðnum

Andrass er 43 ára gamal, útbúgvin cand. jur., og hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði frá tí privata og tí almenna.

Hann starvast í løtuni sum starvsfólkastjóri á Almanna- og Heilsumálaráðnum, og hevur áður verið deildarstjóri á tryggingarfyritøku.

Brúkaraumboðið er nýggjur stovnur, sum skal umsita marknaðarføringslógina og sum heild viðvirka til at fremja góðan marknaðarføringssið í Føroyum.

- Eg eri sera fegin um, at stjórin fyri Brúkaraumboðið nú er settur, og at nýggi stovnurin í næstum kann fara undir virksemið. Eg vóni, at nýggi stovnurin verður væl móttikin av vinnu og brúkarum og at gott samstarv verður við allar partar innan hetta økið, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í stuttari viðmerking.