Håkan Ericson, landsliðisvenjari, hevur úttikið landsliðið til Nations League landsdystirnar móti Litava og Turkalandi, sum verða 22. septembur og 25. septembur. Tveir nýggir spælarar eru í hópinum. Teir eru Andrass Johansen úr B36, og Pætur Petersen úr HB.
Andrass Johansen hevur verið ein av berandi spælarunum á U21-landsliðnum. Hann er 20 ára gamal og er fluttur frá vonginum á miðvøllin hjá B36. Eftir 5-0 sigurin á AB farna sunnudag helt miðvallarin, at hann skuldi til samrøðu hjá miðlamanninum hjá Fótbóltssambandinum.
- Hans Erik Danielsen kom inn í skiftirúmið og bað meg koma út. Eg helt, at eg skuldi gera ein samrøðu, men so sá eg, at hann hevði pakkað útgerðina niður. Tá byrjaði eg at hugsa, at tað var ein landsliðsúttøka. Eg havi fyrr fingið at vita, at eg eri í tonkunum hjá landsliðsvenjaranum, og nú eri eg stoltur av, at eg eri her, sigur Andras Johansen.
Eftir tíðindafundin tosaði FM1 við Håkan Ericson. Hann segði millum annað, at ein av høvðusorsøkunum til at Andrass Johansen er blivin úttikin er, at hann hevur lagt afturat sínum spæli við verjudygdum.
- Andrass er ein spælari, sum hevur verið nakað skaddur í summar, men nú er komin heilt fyri seg. Hann er ein dugnaligur miðvallari, sum hevur verið góður hjá B36 í ár. Mær dámar væl, at hann hevur lagt afturat við góðum renningum í verjupartinum. Tað hava vit brúk fyri á landsliðnum, sigur Håkan Ericson.
FM1 sigur frá báðum dystunum.
##ms##