Andras Tórur Miðskarð sjeyti

Tann 20. august fyllir Andras Tórur Miðskarð 70 ár.

Andras er uppvaskin í Svínoy og er sonur Súsannu og Magnus Miðskarð. Í 1949 flutti alt húskið til Klaksvíkar. Sum heilt ungur fór Andras at rógva út og síðani til skips. Seinni fór hann á stýrimansskúla og skiparaskúla.

Andras giftist í 1967 við Ruth Andersen, fotografi, sum er úr Danmark. Tey eiga børnini: Dagny og Jóhannes.

Í 1977 fekk Andras arbeiði á landi, sum havnafúti á Klaksvíkar Havn, og har starvaðist hann líka til hann gjørdist 68 ár.

Andras er nógv virkin í KFUM & K í Klaksvík, har hann millum annað hevur tikið sær nógv av sunnudagsskúlanum og haft nógvar summarlegur hjá Heimamissiónini. Í hesum sambandi skal nevnast, at Andras hevur skrivað tríggjar barnabøkur og eina skaldsøgu. Hartil hevur hann yrkt nógvar sangir til brúðleyp og føðingardagar.

Eisini hevur hann verið virkin í politiskum arbeiði í valfelag á ymsum økjum. Í nógv ár var hann formaður í Norðoya Sambandsfelag.

Andras er ikki smæðin og dámar væl at taka orðið til ymsar samkomur. Honum dámar væl at royna at finna tað skemtiliga sjónarhorni. Hann er fyrikomandi við at hjálpa til, og heldur tað hann lovar.

Á føðingardegnum er Andras burturstaddur. Dagurin verður hildin í Danmark saman við konuni, børnum og svigarsoninum.