Andras Róin skal stýra Húsalánsgrunninum

Fyrrverandi stjórin á Føroya Tele og Smyril Line skal nú stjórna Húsalánsgrunninum

Andras Róin tekur nú við sum nýggj­ur stjóri í Hús­a­láns­grunn­i­num
– Andras Róin?hevur í verki víst, at hann megn­ar at flyta og lyfta ein tung­an al­m­enn­an stovn og gera hann til ein nú­tím­ans stovn á høg­um stigi, sig­ur stýr­ið fyri Húsa­láns­grunn­in.
Í hes­um sambandi kann nevn­ast, at hann var stjóri í Før­oya Tele í fleiri ár og eitt skift­i var hann eisini stjóri í Smyr­il Line.
Andr­as Róin?er cand.scient.pol og hev­ur har­aft­ur­­at tik­ið víð­ari ú­­t­búgv­ing­ar ­og skeið. ?
Tá ið stýrið avgjørdi at seta hann í starv, varð dent­ur lagd­­ur á, at hann hevur drúgv­­ar leiðslu- og fyri­sit­ing­­ar­­liga royndir og eina við­kom­andi útbúgving.
- Sum er, lænir Húsa­láns­grunn­ur­in bara orku­lán, sum eru ætl­að at minka orku­tørv­in hjá set­húsa- ella í­búða­eig­ar­um. Men lands­stýr­is­mað­ur­in í fíggj­ar­mál­um, Aks­el Jo­­hann­e­sen, ar­beið­ir við eini ætl­an at víðka láns­møg­u­leik­ar­nar hjá grunn­­inum.
Andras Ró­in tekur við starv­i­num 1. august.
Tað vóru annars heilar 29 um­sókn­ir til starvið.
Ein set­an­ar­nevnd við tveim­um utt­an­hýs­is­fólk­um og ein­um um­boði fyri starvs­fólk­ini gjørdi eina inn­still­i­ng, sum stýr­i­ð fylgdi einmælt.