Í dag varð Andras Nybo heiðraður í sambandi við 20 ára starvsdag hansara í Sunda kommunu. Starvsfelagar og nærmasta familja hansara vóru tískil boðin til hátíðarløtu á kommunuskrivstovuni í morgun, har borgarstjórin, Heðin Zachariassen, handaði honum gávu og segði nøkur orð.
Borgarstjórin segði m.a. at “Andras er sera dugnaligur arbeiðsformaður. Hann dugir væl við fólki og er tolin. Hann er hollur í ráðum og minnist væl. Andras er altíð tøkur og skjótur at hjálpa til, tá á stendur”.
Tað var hin 1. februar, at 20 ár vóru liðin, síðan Andras Nybo, arbeiðsformaður, byrjaði í starvi í táverandi Hósvíkar kommunu. Við samanleggingini av kommununum í Sundalagnum í 2005 kom Andras at starvast sum umsjónarmaður, og síðani sum sum arbeiðsformaður.
- Sunda kommuna takkar Andrasi fyri góða tænastu og ynskja honum hjartaliga tillukku við 20 ára starvsdegnum, skrivar kommunan á heimasíðu síni.