TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við málverjan hjá Skála, Andras Gango aftaná 0-2 tapið hjá Skála ímóti KÍ norðuri í Klaksvík í dag.
Andras Gango harmast um, at teir í Skála ikki vóru klárir, tá KÍ hevði eina deyðbóltsstøðu, sum gav mál longu aftaná fimm minuttirs spæl. Tað sá heldur ikki gott út við tað seinna málið hjá KÍ.
Andras Gango heldur tó, at Skála arbeiddi seg væl upp í seinna hálvleiki, og megnaði at trýsta KÍ.
Í samband við, at tey seinastu 1.000 atgongumerkini til HM-undankappingardystin millum Føroyar og Ungarn verða seld á football.fo í morgin var eisini nomið við komandi landsdystin millum bæði landsliðini Andras Gango heldur við, Føroyar og Ungarn.










