Andras Gango: Ungarar eru ikki nøgdir

(Rás2) Hoyr ungarska málmansvenjaran hjá føroyska U21 landsliðnum greiða frá hvat ungarskir miðlar siga og skriva

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við málverjan hjá Skála, og málmansvenjaran hjá føroyska U21-landsliðnum, Andras Gango, sum er ættaður úr Ungarn.

 

Fyrst í samrøðuni var tikið samanum frálíka avrikið hjá føroyska U21-landsliðnum, sum ígjár vann 3-1 á Georgia í EM-undankappingardystinum, sum var spældur á Tórsvølli.

 

Í samrøðuni greiðir Andras Gango frá tí, sum ungarskir miðlar skrivaðu og søgdu um HM-undankappingardystin millum Ungarn og Føroyar í Budapest, sum Ungarn vann 1-0. Andras Gango greiðir frá , at ungarar eru als ikki nøgdir við tepra sigurin ímóti Føroyum. Hetta hóast ungarski landsliðsvenjarin hevur støðugt undirstrikað, at tað er ikki lætt at vinna á Føroyum.