André Olsen skiftir frá B68 til Víking, har pápin, Jógvan Martin Olsen, er venjari. Tað staðfestur heimasíðan hjá felagnum.
André Olsen hevur verið fastur maður á B68 liðnum í nøkur ár, men nú hevur hann valt at royna nýggjar leiðir. Hann er miðvallari og hevur eisini spælt á U21 landsliðnum.
Víkingur og André hava gjørt sáttmála fyri komandi kappingarár.
Mynd: (www.vikingur.fo) Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, og André Olsen