András Gángó til KÍ

Ungarski málverjin, András Gángó, sum hevur drúgvar royndir í føroyskum fótbólti, skiftir úr NSÍ til KÍ. Hann váttar í kvøld, at hann hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við felagið. Við hesum stillar András seg í míla longu røðina av stuðulsleikarum, sum eru skiftir úr NSÍ til annað felag.

 

- KÍ er eitt spennandi lið og hevur nógv tilfeingi. Talan er um eina góða blanding av eldri og ungum leikarum. Teir hava lokal følilsi og gott samanhald. Leikararnir eru sum løvur á vøllinum og tað kann eg væl finna meg í. Hetta verður ein spennandi avbjóðing, sigur András.

 

András er 28 ára gamal og hevur spælt 166 dystir síðani hann kom til Føroya í 2006. Fyrstu fýra kappingarárini vardi hann málið hjá ÍF, meðan hann tvey tey seinastu árini hevur spælt við NSÍ. Tað var ivasamt, um hann fekk álitið sum fyrsti málverji aftur hetta kappingarárið, eftir at ungi Kristian Joensen hevur staðið seg sera væl og eitt nú hevur fingið síni fyrstu landsliðsboð. András vísir aftur, at tað var tí, at hann skifti.

 

- Eg havi spælt næstan 200 dystir í Føroyum, havi verið ársins málverji og havi roynst sum liðskipari. Kristian er ein ungur drongur við góðari framtíð, men eg stúri ikki fyri at kappast við honum ella nøkrum øðrum málverja, sigur fryntligi ungarski málverjin úr telefonini á næstan flótandi føroyskum.

 

Hann hevur eitt brennandi ynski um at spæla í føroysku landsliðstroygguni, og hevur hann gjørt alt fyri at fáa pappírini í rættlag, soleiðis at hann kann gerast føroyingur. Nú hann fer undir sjeynda árið í Føroyum, metir hann, at tað er øgiliga nær við.