Hetta er tað motto, sum tað nógv umhildna týska blaðið Der Tagesspiegel brúkar, men tað kann sanniliga eisini brúkast um ein av okkara mætastu týsktkønu málmonnum, fv. studentaskúla-læraran André Niclasen, sum tann 4. januar fylti hálvfjerðs ár.
André kom til Kjøpinhavnar at lesa í 1961, og tað gjørdi avgjørdan og tiltrongdan vørr í ”studentahylinum”. Við honum fekk okkara nalvaskoðandi og heldur tornurósu-líki føroyski studentakulturur eina kærkomna avbjóðing, tí André forvæntaði og vildi hava púra fordómsfría debatt um stórt sæð alt!
Hann góðkendi ongan censur; hann vanvirdi dogmatiskan heimføðisskap; hann vrakaði sekterisk- og seinni eisini øll national tabu. Sum kritiskur debattørur avdúkaði hann seg harafturat sum víðskygdur intellektuellur par exellence!
Nógvum dámdu væl at fáa ein so skeptiskan og grundigan analytikara inn í tað treka felagslívið hjá útisetum, men tað vardi ikki leingi, so bleiv beinleiðis gapandi glopp millum tey ráðandi sjónarmiðini í teimum heldur borgarligu afturhaldsfeløgunum og teir heterodoksu tankarnar, sum André og aðrir settu fram.
Hetta førdi m.a. við sær, at André og nakrir politiskir viðhaldsmenn fingu sær sítt egna felag og eisini egið blað – tað var Framin! Hetta var í 1962.
Sjálvur var André avgjørt eitt journalistiskt natúrtalent, men hann var lagaligur og harafturat so demokratiskur, at tann ”klassaleysi” Framin tíverri gjørdist eitt rættiliga studentikost blað, har alskyns amatørar sluppu at plága lesararnar við naivum banalitetum. Hesin hjálparleysi debattkultururin hóvaði avgjørt ikki tí málkøna og substans-kritiska André, - tí hann hevði altíð heilan fingur um at binda, og tær greinir, sum hann skrivaði, vóru málslig, stílistisk og intellektuel meistaraverk! Har var beinleiðis klassamunur!
Eldhugaður samfelagsdebattørur
Vit vóru ikki politiskir partamenn tá í tíðini, og vit vóru sjálvandi ofta ósamdir um metodu og principiellar áskoðanir, men André var sakligur debattørur, og hann virdi javnaðarmenn sum politiskar skyldmenn! Harumframt hevði hann so markanta ”sociala indignatión”, at tann ideologiska gjógvin millum hansara marxistisku sovjet-linju og okkum socialdemokratar minkaði í tí pragmatisku gerandisdebattini. Hann plagdi at taka til, at norðurlendskir javnaðarmenn høvdu klárað at samansjóða flestu lønmóttakarar til eina skilagóða eindarrørslu.
André dámdi ikki lunkaðar menn. Hann vildi hava, at menn tóku støðu til allar átrokandi samfelagsspurningar. Tessvegna tók hann ofta til citatið eftir Nordahl Grieg: ”Gå inn i din tid”, og tað gjørdi hann sjálvur við lít. Tann trongskygda breyðstrembaran, sum bara hugsaði um sína egnu karrieru, helt André lítið um. Hann var permanent engageraður, ekstremt samfelagshugaður og altíð debattfúsur! Hann vildi broyta samfelagið og serliga vilkorini hjá teimum ringast støddu.
Hann var trúgvur felagsmaður og luttók næstan á hvørjum fundi, sum útisetar skipaðu fyri. Men hann luttók sanniliga eisini í donskum felagsskapum, har hann hevði nógvar landskendar politiskar vinmenn.
Bædi í almennum orðaskifti og í óformellum dialogi dugir André sjáldsama væl at skera inn til sjálvan mergin og vísa á kvintessensin í einum máli. Hann hevur næstan seismiskar gávur til at finna tey røttu og ótraditionellu argumentini frá heilt óvæntaðum vinkli. Hetta hendir ikki sjáldan, tá ið aðrir billa sær inn, at málið longu er útdebatterað!
Filosofiskur munur var á Kurfürstendamm og Unter den Linden
Í 60´unum og 70´unum fóru fólk aftur at ferðast av álvara, bæði í lestrarørindum og av berum forvitni. - André, sum las týskt og russiskt, var sjálvandi, bæði í Týsklandi og Sovjet-Russlandi, men serliga væl dámdi honum eins og nógvum øðrum studentum at ferðast til Berlin. Hann kom hagar bæði sum lesandi og sum vanligur turistur.
Tann stórpolitiskt kyniskt sundurbýtti býurin Berlin var um hetta mundið tað heilt stóra ferðamálið hjá norðureuropearum; tey flestu fóru til Vestur-Berlin, sum Vesturheimurin leingi hevði brúkt sum eitt gigantiskt sjóndarvindeyga, - verðsins størstu lokkudorg, sum skuldi freista og arga eysturtýskararnar.
Sum sagt tey allarflestu ferðaust til tað eleganta Vestur-Berlin og dusaðu sær við ta glæsiligu Kurfürstendamm og tað prýðiliga Wittenberg platz, har KaDeWe og aðrar risafyritøkur reypaðu við øllum tí luksus og kommerciella stási, sum Vesturheimurin kundi framleiða. Men hesin gullkálvadansurin lokkaði ikki André. Hann ferðaist trúliga til Eystur-Berlin, har hann stórtreivst á Alexander Platz og hugnaspákaði sær á Unter den Linden.
André dugdi nevniliga at síggja tann kvalitet, sum hóast alt eisini fanst í lívsstíli og gerandisdegi hjá eysturberlinarum. André og nógvir við honum hildu, at DDR-borgarar høvdu meira filosofiskt hegni og disciplin til solidariska og kollektiva lívsførslu enn t.d. russisku sovjetborgararnir. Tað er eisini eitt faktum, at eysturtýskarar høvdu nógv hægri livifót og fingu munandi fleiri praktisk úrslit burtur úr marxistisku ideologiini enn øll hini kommunistisku londini.
Nógvar eru tær skemtiligu og áhugaverdu frásagnir, sum André hevur fortalt úr Berlin og øðrum ýtum í Eysturtýsklandi.
Nuancu-kønur málhegnismaður
Í árinum 1976 kom André heimaftur at virka sum studentaskúlalærari í týskum og russiskum í Hoydølum. Longu árið eftir var hann við Atla Dam, løgmanni og Peturi Reinert, fiskaministara á samráðingarferð í Sovjetsamveldinum. André var við í ferðini sum russisktkønur tolkur, og tá eydnaðist tað monnum fyri fyrstu ferð at fáa ein bilateralan sáttmála beinleiðis millum Føroya og Sovjetsamveldið.
Hetta var eitt satt kvett, og eg veit frá Atla, at tað var ikki minst tí køna tolkinum, André Niclasen fyri at takka, at tað gekst so væl. Tað var ikki sjáldan, at André, Atli og russiski fiskaministarin sótu einsamallir og samráddust til tann ljósa morgun . Hetta treysti og treiskni gav positiv úrslit!
Sum týsktlærari er André úr leikum tikin, og hevur givið fleiri eminentar læribøkur út. Sum bæði týskt- og føroysktkønur málmaður fær hann frá bæði starvsfeløgum og fyrrverandi næmingum tað allarbesta skoðsmál.
Kortini liggur eitt vælskrivað manuskript til eina føroyska týskt-grammatikk á fjúrtanda ári í súltukrukkuni á Skúlabókagrunninum, bara tí, at teir dogmatisku puristarnir ikki dáma tað skilagóða føroyska málið, sum André brúkar. Hetta er ein skendsil og stór skomm fyri landið!
Í 90´unum royndi André at fáa eina principiella máldebatt í lag. Um sama mundið gjørdist hann týsktlærari á Læraraskúlanum eisini. Hann setti focus á málslig kuriosa og málbrúk yvirhøvur í einum sonevndum Málteigi í Sosialinum.
Hann hevði eitt hendingagott hegni til at gera vart við hárfínar málsligar nuancur, sum tey flestu ikki gáaðu nóg væl eftir. Hann gjørdi tað hartil stuttliga og undirhaldandi.
Hetta dámdi fólki óføra væl, og nógv hava í áravís fregnast eftir, nær hesar perlur fóru at koma út í bók. Tað eydnaðist á Ólavsvøku í fjør, har tann dynamiski Regin Eikhólm fekk útgávuna av Føroya mál á manna munni í lag. Bókin hevur fingið góða móttøku sum pedagogiskt íkast til orðaskiftis, og meginparturin av bókini er tað tilfarið, sum André skrivaði í 90´unum.
Goethe plagdi at taka til, at skuldu menn rokna seg sum intellektuellar, var tað alneyðugt við Bildung, t.e. alment dannilsi og vitan. Í dag fækkast talið av intellektuellum, og tí er tað umráðandi, at teir fáu, sum finnast, sleppa framat, so tad føroyska fólkið kann fáa holla vitan og andiligt viðføri frá teimum. Teir eru ein grunnur av andiligum ríkidømi.
André er ein av okkara allarfremstu intellektuellu. Men hvussu ofta hava fjølmiðlarnir boð eftir honum? Ì øllum øðrum londum hevði ein slíkur kapacitetur verið brúktur í heilum. Hann kundi givið kvalificeraða informatión um eystur- og centraleuropeisk viðurskifti, mál og mentan, líka frá Rhinen til Ural og frá Balkan til Hvíta Havið. Í staðin fyri sleppa grunnir fuskarar við lítlum horisonti framat og geva lesarum, lurtarum og hyggjarum steinar fyri breyð!
Vit eiga øll at fjálga um teir fáu av okkara landsmonnum, sum skara framúr, og mest sømuliga
og hábærsliga føðingardagsgávan til André hevði verið, at bæði tað sonevnda Kringvarpið og
bløðini fóru at gera javnligt brúk av hansara stóru vitan, tí hann er sum Der Tagesspiegel: Grundigur, sakligur og kritiskur!
Vit eru nógv, sum ynskja André tillukku við merkisárinum! Virgar T. Dalsgaard