TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við ítróttarmiðlamannin hjá in.fo og Sosialinum, André Olsen aftaná EM-endaspælsdystin millum Føroyar og Skotland, sum Skotland vann 2-0.
André Olsen heldur, at føroyska liðið stóð seg væl í verjupartinum, har tað eydnaðist væl at demma upp fyri fleiri royndum, og rudda burtur.
Frameftir vøllinum haltaði tó, og tað er nakað sum má bøtast uppá til komandi dyst, sum verður ímóti Fraklandi. Tann dysturin byrjar leygardagin klokkan 11, og Rás2 sigur sjálvandi frá dystinum.
André Olsen metir, at vit spæla eisini ímóti einum sera sterkum liði leygardagin, men Fraklandi hevur ein annan spælistíl enn Skotland, so talan verður um ein heilt annan dyst enn í dag.










