André: Eitt framúr gott kollektivt avrik

(FM1) Hoyr fótbóltsviðmerkjaran, André Olsen seta orð á føroyska avrikið ímóti Kosovo

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við André Olsen, ítróttarskrivara og fótbóltsviðmerkjara har André umrøddi føroyska avrikið ímóti Kosovo tá liðini leiktu javnleik 1-1 á Tórsvølli fyrr í kvøld.

 

André Olsen heldur, at talan er um eitt framúr gott kollektivt avrik hjá føroyska liðnum, har tað er torført at draga nakran fram. André heldur tó, at Hallur Hansson stóð seg framúr væl, og sama kann sigast um Gilla Rólantsson sum stríddist framúr væl.

 

André Olsen heldur, at føroyska liðið skal royna eftir seks stigum í útidystunum í Baku og í Valetta ímóti Aserbadjan og Malta. Føroyska liðið verður kanska ikki favorittur ímóti Aserbadjan, men helst verður talan um eina lítla føroyska favorittstøðu ímóti Malta.