Andorra: Tepurt tap er ein sigur

- Um vit ikki tapa stórt, er tað ein sigur fyri okkum. Tað verður ein torfør uppgáva, men vit skulu berjast fyri at ikki lata nógv mál inn, sigur Toni Lima, sum er verjuskansin á landsliðnum hjá Andorra.

 

Trýstið á enska landsliðið er størri enn nakrantíð, tá ið teir í annaðkvøld renna inn í pinkulingatjóðina, Andorra. Liðið hevur ikki vunnið ein av teimum seinastu fimm dystunum, og nú er sigurin eitt krav. Toni Lima er eisini greiður yvir, at David berjist ímóti Goliath. Hann heldur tó ikki, at teir skulu undirmetast.

 

- Hóast vit ikki hava støðið, so hava vit uppiborið virðing. Vit vórðu illa móttiknir í Manchester til fyrra dystin, har fólk kallaðu okkum lærarar og postmenn. Hetta er skeivt, tí vit spæla við hjartanum og stoltleikanum, sigur 36 ára gamli Toni Lima, sum til dagligt leikar í fjórðbestu sponsku deildini.

 

Dysturin í annaðkvøld er fluttur úr Andorra, av tí at teirra heimavøllur bert rúmar 1.299 áskoðarum. Dysturin verður leiktur á heimavøllinum hjá Espanyol, har pláss er fyri 40.000 áskoðarum.