Andorra: Mugu ikki gera mistøk

Eitt stig er nokk, men boðskapurin er at liðið hevur ikki ráð at gera mistøk

Koldo Álvarez, venjari hjá Andorra, er ikki í iva um at Føroyar eru favorittar at vinna dystin í morgin. Hann hevur ein boðskap til sítt lið.

 

Les eisini: (Vit gita liðið) Ein broyting

 

- Vit hava ikki ráð at gera mistøk til dystin í morgin. Vit fara at halda okkum til spælistílin, sum Andorra altíð hevur spælt. Tað er eisini at mistak ikki at hava virðing fyri Føroyum, sigur Koldo Álvarez, venjari hjá Andorra.

 

Les eisini: Stórur áhugi fyri landsliðnum í Sørvági

 

Andorra hevur tvey leikbann frá dystinum móti Sveis, men fáa tríggjar spælarar aftur, sum høvdu leikbann til seinasta dyst. Venjarin vildi ikki siga so nógv um uppstillingina.

 

- Vit hava fleiri góðar spælarar, sjálvt um vit hava tvey leikbann. Fólk vænta kanska nógv eftir sigurin móti Ungarn, men lykilin er at vit ikki gera mistøk. So hava vit ein møguleika, sigur Koldo Álvarez.

 

Les eisini: (FSF Varpið) Andorra ikki ein løtt uppgáva

 

Andorra tapti hókvøldið 3-0 fyri Sveis í einum umstríddum dysti, tí hann bleiv tríggjar ferðir útsettur orsaka av nógvum regni. Venjarin vil tó ikki hoyra um umbering.

 

- Dysturin hóskvøldið var torførur fyri okkum, men tað er ongin umbering til dystin í morgin. Eitt er nøktandi, men tað velst eisini um dystargongdina, sigur Koldo Álvarez.

 

Rás2 sigur frá landsdystinum, sum verður á Tórsvølli klokkan 17. Rás2 byrjar at senda frá klokkan 14.