Føroyska landsliðið venur í løtuni fyri seinastu ferð undan HM undankappingardystinum móti Andorra í morgin. Lars Olsen hevur lyft lokið fyri einum av nýggju spælarunum.
- Eg havi sett liðið, men spælararnir fáa tað ikki at vita fyrr enn í morgin. Eg kann tó siga so mikið sum, at tað verður Jóhan Troest Davidsen, sum kemur at spæla undir liðini á Atla Gregersen í miðverjuni, sigur Lars Olsen.
Sonni Ragnar Nattestad er skaddur og tí skal nýggjur maður í miðverjuna. Tað verður liðskiparin hjá HB, sum hevur fleiri enn 30 landsdystir á baki.
- Atli Gregersen og Jóhan Troest Davidsen hava spælt saman fyrr. Teir gjørdu tað millum annað torført fyri Zlatan Ibrahimovic í dystinum móti Svøríki í Stokholm, sigur Lars Olsen.
Landsliðsvenjarin vil ikki kunngera um Føroyar koma at spæla við tveimum fremherjum, men tykist hella til at halda fast vit tað kenda og spæla við einum at byrja við.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum í Andorra, sum verður í morgin klokkan 17.