»Andlitsviðgjørdur« BMW

BMW 3-arnir eru komnir á marknaðin við fleiri smærri og størri broytingum. Kølaragittari er nýtt, nýggjar forlyktir, lægri spoilarar og aðrar smærri broytingar við blinkljósunum framman og baklyktunum. Nýggir bensin og dieselmotorar og munandi betri koyrieginleikar

Magnus Gunnarsson

BMW 3-arnir síggja nakað øðrvísi út í nýggjastu útgávuni.Umframt designbroytingarnar uttan, hava allar útgávurnar fingið betrað fjaðraskipanina og meira kontanta stýring. Hesar broytingar geva bilinum meira sportligar koyrieginleikar enn hann hevði áðrenn. Aircondition er nú standard í flestu 4 syl. útgávunum.
BMW 318i hevur fingið ein heilt nýggjan 2.0 litur bensinmotor og 143 hk við einum snúningsmomenti uppá 200 Nm. Talan er um ein Valvetronic motor við heilautomatiskari broytiligari ventilskipan. Úrslitið er ein motorur við 21 prosent meira kraft, er 16 prosent meira orkusparandi og dálkar tilsvarandi minni. 2.0 litur dieselmotorurin í BMW 320d fær nú commomrail innspræning við 150 hk og einum snúningsmomenti uppá 330 Nm.