»Andlitið« hjá WTA

Danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, hevur ikki bara royndir frá síni ítróttargrein, men hevur eisini roynt seg sum modell. Nú fær 19 ára gamla Wozniacki møguleika at gera bæði í senn, tí hon hevur júst verið í London og tikið myndir, sum skulu brúkast til alt tíðindatilfarið hjá tennisfelagsskapinum, WTA, hetta komandi kappingarárið.