Andligt sjómanstak

Isaak-katedralen livir í allar mátar upp til væntaninar til finska høvundan Kari Hotakainen eftir nógv róstu skaldsøguna Á heima-vígvøllinum, sum hann eisini vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri í 2004


Nýggja bókin hjá Hotakainen er ein rokmikil og innilig søga um tær láturligu og syndarligu løturnar, tá øll tign verður tikin frá einum menniskja, og tað stendur eftir við nøkrum óbrúkiligum lyftum frá sjúkrahúsinum. Koyrilærarin og einkjumaðurin Paavo Kuitunen smellur ein dagin um av eini heilabløðing. Við eitt er alt myrkt, og Paavo minnist onki. Slíkt tekur tíð, sigur yvirlæknin.  Minnini mugu sleppa at venda aftur í frið og náðum Og soleiðis fortelur Hotakainen søguna um lívið hjá koyrilæraranum. Við brotmyndum og skrøggsøgum og eymum minnum um konuna, sum doyði av vónbroti yvir dopingnýtsluna hjá finsku skíðrennararnum.
Saman við yvirlæknanum er Paavo komin til ta niðurstøðu, at alt, sum fer út um normalar kenslur, er at meta sum spillhiti. Hann ger av at reisa seg frá sjúkraleguni, tí hann má ein túr til Sankta Pætursborg, har sonurin Pekka er í ferð við at gylla Isaak-katedralin. Pekka er nevniliga vorðin í so gudligur eftir Paavosa tykki, sum sjálvur er svorin ateistur. Og harvið byrjar ein andligt sjómanstak millum faðir og son, sum verður alt annað enn platt ella lætt at spáa um ...
Kari Hotakainen, Iisakin Kirkko,
Týtt: Helena Ildström, Isaak-katedralen,
Gyldendal, 2006-04