Tað eru ísraelsk og kinesisk vísindafólk, sum hava staðið fyri kanningunum. Tey gjørdu royndir við 130 sjúklingum, og úrslitið var, at andin var nóg mikið til at avdúka 90 prosent av teimum, sum høvdu magakrabba.
Úrslitið av kanningunum hjá teimum ísraelsku og kinesisku vísindafólkunum er kunngjørt í tíðarritinum British Journal of Cancer, og har verður sagt, at úrslitið kann fáa sera stóran týdning, tí tað fer at gera tað nógv lættari og skjótari at staðfesta sjúkuna.
Árliga fáa umleið 7.000 fólk í Bretlandi krabbamein í maganum, og royndirnar vísa, at tey flestu hava drigist við sjúkuna leingi, áðrenn hon verður staðfest. Í dag verður sjúkan staðfest við einari roynd av magavegginum innan, men í framtíðini verður tað nóg mikið at kanna andan hjá viðkomandi, skrivar tað bretska tíðarritið.
Vísindafólk hava leingi arbeitt við at kanna, um andin hjá fólki ikki kann brúkast til at avdúka, um tey hava krabbamein, eitt nú lungnakrabba, og tær kanningarnar halda fram.