Anderson søkti VB/Sumba

Í eini roynd at fóta sær í bestu deildini, tapti VB/Sumba fjóðra dystin á rað. Mótstøðuliðið var NSÍ í Runavík.

 

VB/Sumba var á odda bæði 1-0 og 2-1, men hetta var ikki nokk. Anderson Castillo skeyt fyri aðru ferð í ár hattrikk, men hesuferð fór hann enn longur. Hann skeyt heili fýra mál. Ungi Øssur Dalbúð skoraði í yvirtíðini til endaliga úrlitið, 5-2 til NSÍ.

 

Við sigrinum fekk NSÍ aftur sambandi við EB/Streym í oddinum. NSÍ liggur nú við 12 stigum á einum deildum fyrsta plássi, meðan VB/Sumba nú liggur á aftasta plássi.

 

NSÍ - VB/Sumba 5-2 (1-1)

0-1, Ado Pandurevic

1-1, Anderson Castillo

1-2, Martin Tausen

2-2, Anderson Castillo

3-2, Anderson Castillo

4-2, Anderson Castillo

5-2, Øssur Dalbúð