Í gjár var nýggi spælarin hjá KÍ, Anderson, at síggja á vøllinum við Djúpumýru fyri fyrstu ferð.
Upprunaliga skuldi KÍ hava tilgongd av argentinskum áleypara, Julian Tridente, men tá hesin kortini ikki slapp leysur av felag sínum, valdi KÍ at gera skjótt av í royndunum at fáa nýggjan spælara, áðrenn flytingarvindeygað læt aftur.
Úrslitið gjørdist, at Anderson, sum annars er sáttmálabundin at Vasco da Gama, skal spæla við KÍ, og í kavaslettinginum í gjárkvøldið royndi hann seg fyri fyrstu ferð saman við nýggju liðfeløgunum.









