Eftir bæði liðini vunnu teprar sigrar sunnudagin, var lagt upp til eina spenndandi uppgerð við Løkin í dag. Dysturin byrjaði eisini javnur og spennandi, men tað gekk ikki leingi, áðrenn Anderson Castillo traðkaði til. Við tveimum skallarum tryggjaði hann heimaliðnum eina 2-0 leiðslu í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur var meir enn hálvur, áðrenn B36 raknaði við. Teir vóru nærmast ósjónligir á vøllinum, og tí var einki løgið í, at Anderson skeyt sítt hattrikk um miðan seinna hálvleik.
NSÍ hevur við sigrinum fult stigatal fyri tveir dystir, meðan B36 framvegis hevur trý stig.